03-02-2015
Bjarni Nygaard settur í verkætlanarstarv

Tvøroyrar Býráð hevur á fundi 29. desember 2014 samtykt, at seta Bjarni Nygaard í starv til verkætlan um marknaðarføring og kunningarátøk í kommununi.
Verkætlanin koyrir í tíðarskeiðnum 1. februar til 31. juli 2015, og hevur til endamáls at fáa til vega kunning um kommununa og fáa hesa út til almenningin. Talan verður um at framleiða kunningartilfar, skriva tíðindaskriv, og at hava møgulig kunnandi tiltøk um hendi.
Býráðið vónar við hesum at gera kommununa meira sjónliga, bæði inneftir og úteftir.