BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


03-01-2022

Býraðsfundir í 2022

Vísandi til kommunustýrislógina kapittul 3, §13 um kommunustýrisfundir, verða hesir kommunustýrisfundir lýstir at verða almennir í býráðssalinum á tvøroyri í ár 2022.
 
 
27.    Januar
24.    Februar
31.    Mars      
28.    Apríl    
31.    Mai
30.    Juni
 
Juli -summarfrí ongin fundur
 
31.    August
29.    September
27.    Oktober
24.    November
22.    Desember 
 
 
 

Býráðsfundir

Býráðsfundir eru vanliga eina ferð um mánaðin, -vanliga seinasta Tórsdag í hvørjum mánaði, tó kunna broytingar vera-. Allir býráðsfundir vera vanl. hildnir á Kommunuskrivstovuni, á Tvøravegi 37, í býráðssalinum kl. 17.00.

Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hin 5 dagin í mánaðinum, sum býráðsfundurin er.

Umframt regluligu býráðsfundirnar kann býráðið halda eykafundir, tá ið støða skal verða tikin til týdningarmikil mál, sum hava skund.

juli heldur býráðið summarfrí.

 

Fíggjarnevndin

Fíggjarnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum býráðsfundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Fíggjarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5 dagin í mánaðinum, sum fíggjarnevndarfundur er.
 

Sosialanevnd

Sosialanevndin hevur vanliga fund vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Sosialunevnd, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum sosiala nevnd hevur fund.

page1image1325119584

Mentanarnevndin

Mentanarnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Mentanarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum mentanarnevndin hevur fundur.

 

Tekniska nevnd

Tekniska nevnd hevur vanliga fund, mánadag vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Teknisku nevnd, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum tekniskanevnd hevur fund.

 

Trivnaðar- og umhvørvisnevndin

Trivnaðar- og umhvørvisnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum fíggjarnevndar fundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Trivnar- og umhvørvisnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum Trivnar- og umhvørvisnevndini hevur fund.

 

Vinnu- og havnanevndin

Vinnu- og havnanevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum fíggjarnevndar fundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Vinnu- og havnarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum Vinnu- og havnarnevndin hevur fund.

 

Lógargrundarlag: 

Løgtingslóg um kommunustýri, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 30. apríl 2018 (Kommunustýrislógin)§ 36. Kommunustýrið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.Stk. 2. Kommunustýrið ásetir nærri reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.

 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn