BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


31-05-2022

Forkunnugur gestur á Trongisvágsfirði í morgin

Hyggja fólk út á fjørðin um middagsleitið í morgin, so uppliva tey eina heldur forkunnuga sjón. Uml. kl. 13:00 leggur franska marglætisferðamannaskipið le Bellot at bryggju á Tvøroyri.
Vælveran er í heimsklassa á hesum skipi, ið eisini hevur alla nútímans tøkni umborð. Skipið er bygt í Noregi í 2020, er 131,5 metrar langt, 18 metrar breitt og “cruise”-ferðin er uml. 14,4 míl.
Umborð eru uml. 90 ferðafólk og fara tey útferðir í oynni. Skipið kann taka 184 ferðafólk í tey 92 luksuskømrini og manningin telur 118 fólk.
Meiri kann lesast um skipið her Cruise https://en.ponant.com/le-bellot og eisini ber til at fylgja við skipinum á MarineTraffic her
https://www.marinetraffic.com/.../imo.../vessel:LE_BELLOT
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn