BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


22-11-2022

Tvøroyrar kommuna samtykt Fíggjarætlan 2023

 

Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á fundi týskvøldið 22. november fíggjarætlanina fyri 2023, sum javnvigar við kr. 111.4 mió.

Inntøkurnar frá persónsskatinum, avgjøldum og afturberingini av eldratænastuni  taka støði í metingunum frá Taks og Gjaldstovuni. Rakstrar útreiðslur av vanligum kommunalum rakstri, eru settar ájavnt við mettu útreiðslurnar og framrokning fyrstu 10. mnð. 2021, meðan raksturin av Eldra- og Barnaverndartænastuni eru eftir meting av stýrinum og umsitingini.

 

Fíggjarætlanina 2023:

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni. Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-.  Viðvíkjandi barnaansingini er kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, 2. barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri 3. barni og hareftir. Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at í 2023 verður forskúlatilboð sett á stovn. Kostnaðurin fyri fyrsta barni verður kr. 700,-/mðr. og at goldið verður fyri 11 mðr. Forskúlaskipanin verður umfatað av galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið

 

Inntøkur:

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 93,1 mió, svarandi til eina øking á kr. 6,4 mio. í mun til FÆ2022. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 69,4 mió, partafelagsskatti kr. 2,5 mió. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mettur til kr. 25,2 mió.

§20 inntøkur:

FÆ2022 Rentur + inntøkur kr.

FÆ2023 Rentur + inntøkur kr.

Munur

 

850.000,-

825.000,-

-25.000,-

Rentustuðul

200.000,-

640.000,-

440.000,-

Rentur

-22.388.000,-

-25.163.000,-

-2.775.000,-

Afturbering eldraøkið

-65.401.000,-

69.348.827,-

-3.947.827,-

Skattur og avgjøld 20,9%

86.739.000,-

93.046.827,-

-6.307.827,-

 

 
 
 
 
 
 

Rakstur:

FÆ2022 Rakstur mió. kr

FÆ2023 Rakstur mió. kr

Munur

§1  -Kommunal fyrisiting

10,9

10,8

-0,1

§2  -Alm.-& Heilsumál

29,7

30,4

0,8

§3   -Børn og ung

16,4

15,7

-0,7

§4  -Undirvísing & gransk

7,0

8,5

1,6

§5  -Mentan og frítíð

8.0

10,3

2,3

§6  -Teknisk mál

5,4

6,1

0,7

§7  -Kommunal virkir

2,7

3,7

1,0

80,1

85,5

5,6


Mettu rakstrarútreiðslurnar 2023 verða 85.5 mió.kr.  §1 fyrisitingin verður samanlagt avsett nakað minni enn í 2022. §2 verður avsett nakað meira til eldraøkt, meðan minni verður játta barnaansing §3 børn og ung. Á grein §4 er meira avsett til viðlíkahald av skúla og øktan kostnað av orkukeypi. Á grein §5 er meira er avsett í stuðul til ítrótt og mentan. §6 tekniskmál er játtanin økt m.a. orsakað av øktum kostnaði til orkukeyp/olju.

Íløgur:

Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 26 mió, í mun til kr. 37,1 mió í 2022. Hetta svarar til eina minking á  30%. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku á kr. 14,5 mió.

FÆ2022 mió kr.

FÆ2023 mió kr.

Munur

Ætlaðu íløgur 2023

§1

1,6

0,2

-1,4

Dagføringar av KT útbúnaði og kampingøkinum, uppsetan av kikara á Froðbiarnakki

§2

 

 

 

§3

2,4

2,1

0,3

Dagføringar á gml. barnagarði, frítíðarskúla og liðugtgerð av spæliplássum og Parkurøki.

§4

3,6

3,3

-0,4

Dagføringar av skúla, ventilatión, KT útbúnaður, innbúgv, vindeygu, tekja í fimleikarhøll og útbúnaður til Forskúla.

§5

0,9

4,8

3,9

Gólv og sanitet í ítróttarhøll, dagf. á vøll við Stórá.

§6

17,4

10,8

-6,5

Dagf. á Faktorhús, Posta byg., fleiri trø, parkeringsøkið við plantaguna, gøtur, kirkjugarður, vatnverkið, spillvatnætlan, miðbýarætlan/fríðkan, bussskýlir, asfalt, LED gøtuljós.

§7

11,2

4,9

-6,3

Fleiri brandpostar, dýping á Drelnes, zink klossar, fendarar o.a havnalagið, Súpanarvíkin liðugtgerð, Hvítanes brúgv umvæling.

37,1

26,0

-11,1

 

 

Gjaldføri/Fíggjarpostar:

2022 ultimo  Mió.kr.

FÆ2023 ultimo Mió. kr.

Tøkur peningur

10,4

10,4

Goymslur og áogn

2,9

2,9

Langfreistað skuld

45,9

52,6

Stuttfreistað skuld

5,5

5,5

Rakstraravlopið RLÚ

6,7

7,5

Álíkining

0,67

0,75

Tvøroyri hin 22. november 2022

Kristin Michelsen
Borgarstjóri
 
Fróði Mortensen
Kommunustjóri



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn