BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


07-11-2024

Tvøroyrar kommuna fíggjarætlan fyri 2025

Fíggjarætlanin 2025 endaliga samtykt á býráðsfundi 7 november 2023

 

Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á fundi tórskvøldið 7. november fíggjarætlanina fyri 2025, sum javnvigar við kr. 122.4 mió. 

Fíggjarætlanina 2025:

Skattaprosentið verður eins og undanfarna ár, 20,9%, eins og barnafrádrátturin verður hin sami kr. 8.000,-. Hildið verður áfram við at lata virðiskort á kr. 2.000,-, til øll børn í Tvøroyrar kommunu, ið tey kunna brúka sum ískoyti til luttøku til mentan- og ítróttar tiltøk.

Barnaansingargjaldið verður framhaldandi tað sama fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, annað barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri triðja barni og hareftir, eisini letur kommuna ókeypis blæur til vøggustovu- og barnagarðspláss. 

Gjaldið fyri fyrsta barni í frítíðarskúlanum verður framhaldandi kr. 1.200,-/mðr., og goldið verður fyri 11 mðr. Tvøroyrar kommuna heldur áfram við at lata ókeypis matarskipan 3.dag/viku til øll barnagarðsbørnini.

Tvøroyrar kommuna byrjaði á sumri 2023, at bjóða børnum í kommununi tilboð um at ganga í forskúlanum Gluggin, sum hevur verði væl móttikið. Luttøku gjaldið fyri fyrsta barni í Glugganum verður enn tað sama kr. 700,-/mðr. og goldið verður fyri 11 mðr. Avsláttur verður latin javnbjóðis galdandi avsláttarskipan fyri barnaansingina.

Inntøkur:

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 97,4 mió, svarandi til eina hækking á kr. 5,3 mio í mun til FÆ2024, tá samlaða inntøkan var kr. 92,1. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 69.9 ið er ein øking á kr. 3,9, mio., samanborði við 2024, har persónsskatta inntøkan var kr. 66,0 mió. Inntøkur av partafelagsskatti eru mettar at blíva kr. 2,5 mió. Skattur av DIS og FAS eru mettar til kr. 4,6 mió. Skattur av eftirlønargjøldum verður mettur at blíva kr. 23,9 mio.   

Rakstur: 

Rakstur

FÆ2024   (x1.000)

FÆ2025   (x1.000)

§1 -Kommunu fyrisitingin

10.854

12.093

§2 -Almanna- & heilsumál

33.474

36.265

§3 -Børn & ung

16.921

17.110

§4 -Undirvísing

8.630

8.885

§5 -Mentan & frítíð

10.400

10.627

§6 -Teknisk mál

6.062

-367

§6 -Teknisk mál

 

5.000

§7 -Kommunal virki

3.933

3.928

Samla

90.277

88.543

Íløgur:

Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 33 mió, í mun til kr. 30 mió í 2024. Ætlaðu íløgurnar vera fíggjaðar av innistandandi og við lántøku.

Íløgur

FÆ2024  (x1.000)

FÆ2025  (x1.000)

§1 -Kommunu fyrisitingin

850

1.150

§2 -Almanna- & heilsumál

 

200

§3 -Børn & ung

800

5.150

§4 -Undirvísing

2.405

7.182

§5 -Mentan & frítíð

895

230

§6 -Teknisk mál

19.605

15.900

§7 -Kommunal virki

5.425

4.015

Samla

29.980

33.827

 
Greining íløgur 2025
 
 
Fíggjarpostar: 
Avsett til rentur og avdráttir 2025 eru 4,1 mió. Til at fíggja íløguætlanina er ætlanin at upptaka lán upp til kr.19,0 mió. Tøkur peningur ultimo 2024 er kr. 7,4 mió, langfreistaða skuld broytist frá ultimo 2024 kr. -46,1 mió., til ultimo 2025 til kr. -61,4 mió. 
  
RLÚ kr. -28,1 mió., og álíkningin verður 0,61. 
 
Tvøroyrar býráð: Kristin Michelsen, Jónleyg J. Bech, Anita Vibergsdóttir, Kristina Roest, Bjarni Hammer, Eyð Eidesgaard og Alvi Mortensen
 
 
Tvøroyrar býráð, 7. november 2024
 
Kristin Michelsen, borgarstjóri
Fróði Mortensen, kommunustjóri 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn