BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


30-12-2024

Seinsti býráðsfundurin á hesum sinni

Eftir seinasta býráðsfundin hjá sitandi býráðið 28. des., varð skipað fyri einari hugnaløtu í matarsalinum hjá Tvøroyrar kommunu, har nývaldu og fráfarandi býráðslimirnir vóru møttir til ein betri bita. Tær báðar Kristina Roest og Jónleyg Jespersen Bech fingu handa eina gávu frá borgarstjóranum, nú báðar valdu ikki at still upp aftur á býráðsvalinum, ið var 12. nov. í ár, og verða tær sostatt ikki býráðslimir í komandi býráðssetuna 2025-2028.
 
Kristina Roest var fyrsti ferð vald í býráðið á kommunuvalinum 8. nov. 2016 og hevur sostatt siti sum býráðslimur í 8 ár, meðan Jónleyg Jespersen Bech var vald 10. nov. 2020 og hevur sostatt siti í Tvøroyrar býráð í eina setu. 
 
Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði Jónleyg J. Bech og Kristinu Roest fyri gott samstarv farnu árini og handaði teimum gávukurv.
 
Fráfarandi býráð: Aftast frá vinstru: Alvi Mortensen, Kristina Roest, Jónleyg J. Bech, Bjarni Hammer.
Fremst frá vinstru: Anita Vibergsdóttir, Kristin Michelsen og Eyð Eidesgaard 
 
Tvøroyrar kommuna
29. desember 2024 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn