Tíðliga í mai, kunngjørdi Tvøroyrar Kommuna, at bygginevndin til útbygging av barnagarðinum var farin til verka.
Ónsdagin 10. mai, var sannur hátíðardámur í býráðssalinum, tí tá varð sáttmálin undirskrivaður við Brim Arkitektar, um at standa fyri útbyggingini. Gongst sum ætlað, verður farið undir útbyggingina til heystar í ár.
Á myndunum síggja vit borgarstjóran, Kristin Michelsen og Páll Lave, arkitektur.
Sostatt er skjøtil veruliga settur á arbeiðið, soleiðis at borgararnir í Tvøroyrar Kommunu fáa ein barnagarð, ið fær nøkta tann stóra tørvin, ið er á ansingarplássi.