BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


20-03-2018

Tvøroyrar Skúli við í oddinum í støddfrøðikapping

Í vikuskiftinum var semifinalan í landsumfatandi støddfrøðikappingini Pangea Føroyar. Semifinalur vóru samstundis í Tórshavn og í Trongisvági og tað gleðiliga fyri Tvøroyri var, at okkara skúli var sera væl umboðaður, við heili 8 næmingum.

Í semifinaluni eru tað tey 10 bestu í hvørjum árgangi, ið kappast um at koma millum tey 5 bestu í finaluni. Taka vit t.d. árgangin hjá teimum í 5. Flokki, so vóru 5 tey ovastu úr Tvøroyrar Skúla áðrenn umfarið í vikuskiftinum. Tveir næmingar úr 4. Flokki vóru í topp 10 og ein í 8. Flokki.

Upprunaliga vóru meir enn 1800 næmingar tilmeldaðir, so sigast kann ikki annað enn, at Tvøroyrar Skúli stóð seg framúr væl. Hildur Túná Fjørdal, ið er ein av vegleiðarunum úr Tvøroyrar Skúla, sigur, at ymiskt er hvussu næmingarnir taka ímóti tílíkum átaki, men hon heldur at áhugin er vaksandi. Næmingar og lærarir eru sera væl nøgd við innsatsin.

Seinni í mánaðinum fæst at vita, um Tvøroyrar Skúli eisini verður umboðaður í finaluni. Til ber at fara inn her á Facebook her https://www.facebook.com/PangeaFO/ og lesa meir um kappingina. Her síggjast eisini úrslitini frá kappingunum, ið higartil hava verið, burtursæð frá semifinaluni.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Tvøroyrar Skúla bestu eydnu víðari í kappingini.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn