BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


31-08-2018

Heiðran av framúr ítróttaravrikum

Hátíðarløta var í býráðssalinum í gjár, tórsdagin 30 august. Gentumanningin á Firvaldi í barnaróðri og Max Rasmussen, vórðu heiðraði fyri flottu úrslitini tey uppnáddu í ár.

Mongu seinastu árini hevur Firvaldur verið millum fremstu bátarnir – fyrst í barnaróðri, síðan genturóðri. Mong vóru tey, ið vóru hugtung, nú tað frættist at sigursvanda gentumanningin á Firvaldi, seinastu árini, legði árarnar inn. Tær vóru trygdin fyri at hoyra frálíka tvørásangin hjá Herborg Niclasen, ið boðaði frá, at nú hevði aftur ein manning av Tvøroyri vunnið ein róður. Ringa lagið hvarv tó sum døgg fyri sólini, tá nýggja manningin í barnaróðri hjá gentum legði so bragdliga frá landi.

Við kønari hjálp frá foreldrunum, har ímillum fleiri vandir rógvarar teljast, eydnaðist tað innan stutta tíð at skapa eina vinnandi manning. Við miðvísari venjing og ágrýtni megnaðu Bjarta, Rannvá, Ingrid, Julia, Petra, Hjørdis og Barbara at vinna alt tær luttóku í. Øll ódnartøk og hvør einasta stevna varð vunnin – av sonnum eitt bragd.

Max Rasmussen kenna tey flestu sum fryntliga starvsfólkið í Colorama á Tvøroyri. Tó vita ikki øll, at Max skarar framúr í Biljard. Max hevur verið partur av Tvøroyrar Biljardfelag í mong ár, men føroyameistaraheitið hevur hann bert vunnið einaferð áður og tað var heilt afturi í 2001. Tað var ein ikki sørt ovfarin Max, ið kundi hevja armarnir í loft, eftir at hava vunnið finaluna í Tvøroyrar Klubba, í mai í ár. Samrøða við Max, beint eftir sigurin, kann síggjast her https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/05/07/18050732billiard

Á hugnaligu samkomuni í býráðssalinum í gjár, segði forkvinnan í mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs, Súsanna Bertholdsen, nøkur orð, har hugleitt varð bæði um kappróður og biljard. Hon handaði eisini vinnarunum blómu og gávu.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Firvaldi, og Max Rasmussen, hjartaliga til lukku við flottu úrslitunum í ár og allarbestu eydnu komandi árini. 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn