Tá Tvøroyrar Kommuna, við Jákupi Leo, sála, á odda, fyri nøkrum árum síðan fríðkaði um sjúkrahúsplantasjuna við gøtum og benkrum, fegnaðust fólk flest um tað. Nú bar til at spáka sær ein hugnaligan túr í plantasjuni, mitt í býnum, meðan tað áðrenn, nærum var ógjørligt at vinna sær vegin fram, millum tætta vøksturin. Økið er í dag sera nógv nýtt og er nakað, ið fólk hava tikið til sín.
Tí er tað sera hugstoytt hjá arbeiðsmonnnunum hjá Tvøroyrar Kommunu at finna útav, at onkur hevur verið í gongd við øks og skatt fleiri trø í plantasjuni. Trøini hava tikið ein mannsaldur at røka støddina tey hava í dag, men tað tekur bert eina løtu at oyðileggja tey. Trøini eru eitt prýði fyri býin og tvørafólk eru góð við økið. Í 2011-12 síðan hendi tað sama , tá uml. 80 trø vórðu skadd. Børkurin varð tikin av fleiri trøum og førdi tað við sær at fleiri trø doyðu.
Tað skal tí vera okkara inniliga áheitan til fólk í nærumhvørvinum og fólk, ið nýta økið, um at boða okkum og/ella løgregluni frá, so vit kunna koma hesum til lívs áðrenn tað er ov seint.