Í dag er plantingardagur aftur á skránni við Stórá og byrjað verður kl. 09:30. Seinastu árini hevur nógv verið gjørt fyri at fríðka um og planta trø við Stórá. Arbeiðið ber av sonnum ávøkst og fleiri støð hava plantaðu trøini veruliga fingið fastatøkur og eru farin at vaksa.
Lasse Jensen, úr teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu, hevur staðið fyri arbeiðinum og letur væl at støðuni. Hann vónar, at fólk fara at møta upp í morgin og hjálpa til. Byrjað verður við morgunmati í húsunum við Stórá og so verður farið í gongd, um viðrar. Arbeiðið er lætt og øll kunnu verða við.
Um middagsleitið verður bjóðað til døgurða og so verður annars hildið fram til uml. Kl. 16:00.
Vónin er, at um nøkur ár verður økið kring vøllin við Stórá prýtt við alskins trøum, til gagns fyri náttúruna og gleði fyri borgararnir.
Nógv hava longu boðað frá luttøku, men til ber at møta og veita eina hjálpandi hond, so leingi arbeitt verður.