BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


01-11-2019

Allahalgannadagur – broyting í skránni

Herfyri kunngjørdu vit skránna til allahalgannadag/minningardag teirra sjólátnu og ætlanin var, at manningin á danska verjuskipinum HDMS Knud Rasmussen skuldi luttaka.

Skipið var eisini komið inn á fjørðin og hevði lagt at á Drelnesi, tá manningin seinnapartin í gjár, fekk álagt eina týdningarmikla uppgávu, ið kravdi at skipið fór avstað aftur beinanvegin. Hóast tað er harmiligt fyri okkara tiltak, so vita vit, at soleiðis eru treytirnar, tí skipini hjá sjóverjuni kunnu nær tað skal vera, verða tilkallaði til onkra uppgávu.

Manningin letur heilsa og harmast um at Knud Rasmussen ikki kann vera við í ár.

Skráin verður annars hildin sum ætlað, bert uttan luttøku frá sjóverjuni.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn