Í dag var gleðin stór hjá børnunum og starvsfólkunum í barnagarðinum Mýrifípan í Trongisvági. Barnagarðurin, ið hevur staðið í gerð síðan Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, loysti fyrsta flagið hin 14. desember 2017, varð í dag tikin í nýtslu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, ið eisini var í býráðnum tá avgerð varð tikin um at byggja barnagarð á Tvøroyri, fyri skjótt 30 árum síðan, var saman við varaborgarstjóranum, og umboðum úr umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu, og vitjaði barnagarðin í dag.
Sigast má, at hetta er ein sera stásiligur bygningur. Úr enda í annan er hugsað um alt og bæði børn og starvsfólk lata sera væl at. Brim Arkitektar hava teknað barnagarðin. E-Grevstur hevur staðið fyri útgrevstrinum, MTV-Byggivirkið hevur havt ábyrgdina av betong- og timburarbeiðinum og Bærendsen Teknik stendur fyri El, HVS og automatikki.
Størsti barnaansingarstovnur í Føroyum, máldur eftir ansingarplássum
Enn eru snøklar eftir bæði innan og uttan, men miðjað verður eftir, at útibarnagarðurin flytir inn 1. februar. Tá alt verður talt saman, eru 124-134 ansingarpláss í Mýrifípuni. Afturat kemur frítíðarskúlin, við uml. 30 børnum. Til saman verður mett, at hetta er størsti barnaansingarstovnur í Føroyum, máldur eftir ansingarplássum.
21. mai 2020 fyllir barnagarðurin Mýrifípan 30 ár og er ætlanin at alt skal verða liðugt tá, eisini uttan. Tá verður almenningurin eisini boðin inn til eina hugnaløtu tá, har til ber at heilsa uppá starvsfólkið og síggja stovnin.
Tvøroyrar Kommuna ynskir starvsfólkum og børnum, hjartaliga til lukku við stásiligu hølunum og ynskir teimum alt tað besta komandi mongu árini.
Fleiri myndir síggjast her https://www.facebook.com/tvoroyri/