BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR


21-02-2020

Móttøka á Føroya Eftirskúla í gjár

Í gjár var móttøka fyri leiðaranum á Føroya Eftirskúla, Pól Arna Holm. Samstundis fingu fólk høvið til at síggja hølini í erva í bygninginum, har Posta og Bank Nordik halda til. Fyrstu tíðina verður hetta stað karmur um Eftirskúlan og næst á skránni, er sjálv innrættingin av hølunum. Tekningar lógu frammi, ið vístu hvussu hølini fóru at síggja út, tá fyrstu næmingarnir byrja í august og sigast má, at tað sá sera spennandi út. Longu nú standa kraftmiklu gamingteldurnar frammi, ið Tvøroyrar Kommuna hevur keypt til Eftirskúlan, og eitt lið úr Tvøroyrar Skúla skuldi seinni um kvøldið, dystast móti liði norðanfjørðs í einum spæli.

 

Fyrispurningar úr Danmark og Grønlandi

Her verður brotið upp úr nýggjum og løtan var ikki sørt hátíðarlig. Fitt av fólki var komið saman til móttøkuna og Bjarni Hammer helt røðu vegna stýrið og handaði Pól Arna Holm setanarskriv. Pól Arni segði eisini sjálvur nøkur orð. Fyrr á degnum vitjaði landsstýrismaðurin í mentanarmálum, Jenis av Rana, eisini skúlan.

Pól Arni kundi fortelja, at onkur tilmelding var longu komin, eins og fleiri áhugaverdir fyrispurningar vóru komnir úr eitt nú Danmark og Grønlandi. Pól Arni segði, at 40% av grønlendskum 10. flokksnæmingum fóru á eftirskúla í Danmark. Kanska kennast Føroyar onkursvegna tættari uppá enn Danmark og vónast kann, at vit fáa eftirskúlanæmingar úr Grønlandi. Pól Arni segði eisini, at fyrispurnignar vóru komnir frá føroyskum foreldrum í Danmark, ið umhugsa at senda børn teirra á eftirskúla í Føroyum, nú møguleikin er har. Á leið 20.000 føroyingar búgva í Danmark og nú møguleikin er at senda børn á eftirskúla í Føroyum, kann væntast at fleiri fara at taka av hesum møguleikanum.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Pól Arna og Føroya Eftirskúla bestu eydnu, við vón um eina bjarta framtíð.

Fleiri myndir frá vitjanini kunnu síggjast á síðuni hjá Tvøroyrar Kommunu á Facebook, sí her: https://www.facebook.com/tvoroyri 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn