Nógv ymisk spennandi skeið hava verið í Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúla í heyst við heystglottum og nú várið er komið heldur kvøldskúlin fram við várglottum. Undirtøkan hevur verið sera góð til ymsu glottarnar og nøkur skeið eru, sum longu eru farin afturum meðan tað er fult teknað aðrastaðni, eitt nú í Zumba dansi, Styrkivenjing60+, Lesiringinum og til gittara undirvísing.
Men møguleikar eru enn at tekna seg til annað virksemið.
· 1 pláss er eftir til Endurnýtsluseyming (Brikolasj) á Café mormor.
· Nøkur pláss eru eftir til koyrikortið til lítla prutl 30 km/t sum byrjar mánadagin 2.mars.
· Nøkur pláss eru eftir til sangskeið við Susanne Brattaberg tann 3, 4 og 5 apríl.
· Linoleums skeiðið við Bárður Dahl Christiansen má í ØLLUM førum hava 4 luttakarar afturat fyri at tað kann gerast veruleiki. Skeiðið verður mánadagin og týsdagin 6 og 7 apríl.
· Pláss eru eftir til skeiðið “Lær at kenna fugl” við Turid V. Í Dali
· Pláss eru eftir til skeiðið “Lær teg at málbera teg á enskum” við Vígdis Berg
· Eindagsskeið “Heilsugóður kostur” við Lovisu Lassen úr Klaksvík, føðsluatstøðingi og BA í føðslu. Leygardagin tann 14.mars frá kl.10.00 til 16.00.
· Við M/S Torshavn og manning á floti ein góðveðursdag í mars ella apríl.
· Seymiskeið fyri yngri (5.fl. og uppeftir)
Sí. annars tilmeldingarskipanina og meldið til á: https://www.atgongumerki.fo/tvk/#