Manningin á HDMS Thetis letur heilsa og takkar fyri mongu vitjanirnar á føstulávint. Heili 273 vitjandi vóru umborð henda sunnudagin og manningin hevði úr at gera. Manningin harmast at kepparnir teir høvdu, ikki vóru av betri dygd, tí báðir kepparnir, ið vórðu gjørdir umborð, brotnaðu. Tíbetur hevði onkur av teimum vitjandi kepp við, so vit fingu avgreitt tunnuslátturin.