BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR


01-05-2020

Asfalterað rundan um nýggja barnagarðin

Hóast barnagarðurin var tikin í nýtslu í januar, so hevur framhaldandi verið arbeitt við at gera alt liðugt. Ikki minst kring barnagarðin, var ymiskt eftir at gera.

Millum annað var eftir at asfaltera kring bygningin. Í gjár vórðu starvsfólk úr Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu liðug við asfalteringina og sigast má, at arbeiðið er væl úr hondum greitt.

Nú er alt arbeiðið í og kring barnagarðin um at verða liðugt og vit síggja fram til, at tíðin loyvir okkum at bjóða borgarunum til eina móttøku í Mýrifípuni.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn