Frítíðarkortið sent til børn og ung í Tvøroyrar kommunu í hesum døgum.
Í hesum døgum verður Frítíðarkortið sent út til øll børn millum 0-18, við bústaði í Tvøroyrar kommunu.
Tá fíggjarlógin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2020 var til viðgerðar á heysti 2019, vóru tvey uppskot: Annaðhvørt at lata øllum børnum í aldrinum 0-18 ár eitt frítíðarkort við virði á kr. 2.000,- at brúka til frítíðarvirksemi, ella at hækka barnafrádráttin við kr. 2.000,-.
Býráðið avgjørdi at seta skipanina við frítíðarkorti í verk, og hevur umsitingin arbeitt miðvíst við at fáa allar smálutir uppá pláss. Ítróttarfeløg, musikkskúlin og kvøldskúlin eru kunnaði um frítíðarkortið, sum er ætlað børnum og ungum til at gjalda fyri limagjald til ítróttarfeløg, kvøldskúla v.m., sum hava heimstað í Tvøroyrar kommunu.
Fitt av arbeiði hevur verið av hesum, og umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu hevur gjørt íløgu í útgerð til at sniðgeva og framleiða frítíðarkortið. Nú er loksins komið á mál, og Posta hevur fingið kortið at bera út, saman við einum fylgibrævi, ið greiðir frá, hvussu tað kann nýtast.
Tvøroyrar kommuna vónar, at kortið verður væl móttikið, og verður til gagns og gleði fyri børn og ung, sum vónandi fara at brúka enn meira av teirra frítíð til ítrótt og mentan.