Nú mánadagin byrjaði seinna toymið av “Ung í Arbeiði”. 16 ungdómar eru sera sjónligir í býarmyndini í løtuni. Jack Petersen, ið tekur sær av at fordeila arbeiðsmegina har tørvur á henni, hevur úr at gera við at fáa ymiskt fyrifallandi gjørt.
Nøkur av teimum ungu hava tikið sær av at fríðka um støðini, har runnar og trø eru plantað í býnum. Nøkur mála garðar og onnur hjálpa til við at sláa og raka saman í kirkjugørðunum. 3 kirkjugarðar eru í kommununi, harav bert tann eini er í brúk í dag.
Vit tóku nakrar myndir í góðveðrinum í gjár, meðan arbeiðið var í gongd.