Í vikuni hevur umsjónarmaðurin í Tvøroyrar Skúla, Kjartan Johannesen, havt vitjan av Teknologisk Institut úr Danmark. Endamálið var, millum annað, at kanna hvussu støðan var við vatnfloyminum (flow) í hylinum.
Áðrenn tað kundi kannast, mátti alt klorið tømast úr hylinum. Tá hetta var liðugt, varð ein reydlig veska stoytt niður í rennurnar kring hylin – veskan rann síðan gjøgnum frárenslið og tilhoyrandi filtrini, og bleiv síðan sprænd inn í hylin aftur. Á henda hátt bar til at eygleiða hvussu vatnfloymurin ferðaðist í hylinum – nakað, ið er sera týdningarmikið tá vitast skal, hvussu eitt nú klorstyrkin er í hylinum.
Innan 10 minuttir skal allur hylurin vera reyður, fyri at lúka eftirlitstreytirnar. Vatnið í hylinum varð reytt innan 8,5 minuttir og er tað sera gott. Tá royndirnar vóru lidnar, varð klor latið inn í hylin aftur. 6-8 tímar eftir tað, var vatnið klárt aftur og tøkt hjá teimum vitjandi at svimja í.
Teknologisk Institut vitjar á hvørjum ári, men tílík kanning verður einans gjørd 5. hvørt ár. Gestirnir lótu sera væl at hylinum, og umstøðunum kring hann og er tað at fegnast um, at hylurin er í góðum hondum.
Svimjihylurin lat varisliga upp aftur fyri almennari svimjing 2. September.
Virksemið verður tillagað til almennu tilmælini fyri stigvísa og varliga upplating. Hetta merkir, at enn er galdandi, at bert borgarar við bústaði í Tvøroyrar kommunu hava atgongd til svimjihylin. –Hetta er tó ikki galdandi fyri Susvim.
Heitt verður á hvønn einstakan, um at taka ábyrgd og gera sítt til at minka um smittuvandan. Mælt verður til at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri við at vaska/spritta hendur.
Eisini verður heitt á borgarar í Tvøroyrar kommunu, um at kunna seg um støðuna á heimasíðuni hjá kommununi, har kunnað verður, um serlig viðurskiftir gera seg galdandi her á staðnum.
Myndir av royndunum síggjast her https://www.facebook.com/tvoroyri. Kjartan Johannesen hevur tikið.