Í morgin, leygardagin 17. apríl, kl. 10:00 verður morgunmatur á Seglloftinum, til øll tey, ið hava hug til at verða við. Almennur ruddingardagur er og posar og einnýtisshandskar verða at fáa.
Viðrar, so koyrir bussur frá Seglloftinum og inn í dalin til vegin niðan til Rangabotn. Haðani verður farið ruddingartúr niður í Trongisvágsbotn, við Otto Gram sum ferðaleiðara. Luttakararnir fáa matpakka við á túrinum.
kl. 14:00 verður so gongutúrur í miðbýnum, við Chris Jan Michelsen sum frásøgumanni. Posar og einnýtishandskar verða at fáa og byrjað verður við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn. Endað verður í Snaruni, har suppa verður at fáa.
Kl. 15:30 verður farið gongutúr eftir Áargøtu. Túrurin skuldi verið í dag, men vegna veður er hann fluttur til leygardagin 17. apríl kl. 15:30