BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


30-06-2022

“Ung í Arbeiði” í býarmyndini aftur

Hetta er tann tíðin á árinum, har átakið “Ung í Arbeiði” er á skránni í Tvøroyrar kommunu og ein partur av okkara ungdómi er at síggja í býarmyndini.

Stákast verður nú summarið er í hond. Kirkjugarðarnir verða hampaðir, málað verður ymsastaðni og fram við vegnum verður ókrút og annað burturbeint.

Hugaligt er altíð at síggja fryntliga ungdóm okkara taka eitt tak fyri býin og í gjár vitjaðu vit og fingu eitt prát og nakrar myndir. Bergur Jacobsen er, eins og í fjør, formaður fyri átakinum, hesar fýra vikurnar tað snýr seg um.

Fyrst vitjaðu vit í Kirkjugarðinum undir Akurgerði. Har var nógv virksemi við kantklipparum, nøkur rakaðu saman og onkur gekk runt við pappíri og penni í hond. Prátið við ungu fólkini sæst á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, undir viðfestu myndunum, sí her 

Tvøroyrar kommuna takkar ungdóminum fyri stóra áhugan fyri “Ung í Arbeiði” og vónar at hetta lítla tíðarbil í arbeiði fyri kommununa, kann geva teimum eina góða barlast víðari í lívinum.

Samstundis skal ein áheitan fara til bilførarar um, at vera serliga ansnir hesa og komandi 3 vikurnar, nú ungdómurin rokast fram við vegunum í kommununi.

11. juli byrjar eitt nýtt arbeiðstoymi og fara vit sjálvandi eisini at vitja hesi og fáa eitt prát.

 
Á myndini her undir, síggja tit frá vinstru: Signar, Tummas Pauli, Eli og Erik. 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn