Síðan frítíðarkortini hjá Tvøroyrar kommunu á fyrsta sinni vórðu send út til ungdómin, á sumri 2020, eru 472 frítíðarkort gjørd. Nøkur ung eru vorðin “ov gomul” til at nýta síni kort, men tað legst støðugt afturat við ungdómi, ið kann nýta kortið.
Kortið er eitt tilboð til allar borgarar frá 0 til og við 17 ár. Tað hevur eitt virði á kr. 2000,- ið kann nýtast til eitthvørt frítíðarvirksemi í kommununi. Royndirnar hava verið góðar hesi fyrstu tvey árini og fólk lata væl at tilboðnum.
Í dag vórðu 18 nýggir bjálvar sendir av kommunuskrivstovuni, við korti og heilsan frá borgarstjóranum í.