21-11-2022
Jólatræið verður tendrað sunnudagin
Sunnudagin 27. november kl. 16.00 verður jólatræið á Tvøroyri tendrað.
Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, fer at seta jólini á Tvøroyri í ár.
Tvøroyrar Hornorkestur luttekur við jólaligum horntónleiki, og eisini vitja jólamenn, og hava pakkar við til børnini. Vit bjóða bollar og heitt kakao til tiltakið.
Umframt at jólatræið tendrar, letur eisini siðsøguliga framsýningin "Gomul jól á Tvøroyri", upp fyri almenninginum.
Mynd: Turið V. í Dal