BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


01-12-2022

Kommunan ger nógv burturúr jólunum

Tvøroyrar kommuna ger nógv burturúr jólunum, millum annað við tí víðfevnda jólatiltakinum, ið hevur fingið heitið "Siðsøgulig jól á Tvøroyri".

Kommunan hevur í samtarvi við Johan Holm Simonsen og Theresu T. Kreutzmann skipað fyri stórfingnari framsýning í húsunum hjá kommununi á kaini, her temaið er "Jólaljósið", og Sólfríð Bech, kunningarleiðari hjá Tvøroyrar kommunu, hevur samskipað verkætlanina.

Tvøroyrar kommuna hevur sett sær fyri, at so nógv fólk sum yvirhøvur til ber fáa møguleika at síggja framsýningina, og at eitt nú bólkar, skúlaklassar og eldrafeløg seta seg í samband við kommununa og fáa avtalu í lag um at vitja framsýningina.

Sambandið við kommununa er í hesum føri info@tvoroyri.fo.

Eftir at jólatræið varð tendrað mánakvøldið 28. novembur, var stórur áhugi millum fólk at síggja framsýningina, og góðveðrið hevði við sær, at fult av fólki var allastaðni.

Samanumtikið eitt hugnaligt og hugfarsligt kvøld. Onkur helt fyri, at hetta var so stilt og hátíðarligt, at tey fingu beinleiðis ró í sál og sinn.

 

Framsýningin er opin:

Leygardagin og sunnudagin 3. og 4. desembur

Leygardagin og sunnudagin 10. og 11. desembur

Leygardagin og sunnudagin 17. og 18. desembur

Tórsdagin og fríggjadagin 22. og 23. desembur

 

Allar dagarnar frá klokkan 16.00 til 20.00.

 
(Myndir: Turið Vestergaard í Dali)
 
 
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn