06-12-2023
Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi lestrarhølir um jólini
Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi, lestrarhølir um jóliniTænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini. Hølini, í Skúlahúsinum í Gamla skúlagarði, eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn.Til jólar eru hølini tøk frá ónsdegnum 20.desember til og við mánagin 1.januar 2024 frá kl.08.00 til kl.24.00LEIÐREGLUR• Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølið og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini• Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!• Vinarliga nýtið innskógvar!• Hølið skal haldast reint og ruddiligt.• Burturkast skal beinast í ruskspannir ella takast heim við til hús.Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navn og telefonnummar til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085Góðan lestrarhug.Tvøroyrar kommuna