Tað hevur kavað meginpartin av náttini og sjáldsama nógv er komið niður. Arbeitt verður dúgliga við at fáa kavan burtur av vegnum, so koyrandi verður, men við so nógvum kava at rudda, so fer at ganga fitt av tíð, áðrenn koyrandi er í allari kommununi.
Heitt verður á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn farið verður í bilin, tí sera trupult er at sleppa aftur og fram. Harafturat kann ov nógv ferðsla í løtuni órógva ruddingararbeiðið.