BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


19-07-2024

TJALDIÐ Í MIÐBÝNUM TØKT AT NÝTA

Stóra tjaldið hjá Tvøroyrar kommunu, ið varð sett upp í miðbýnum, til Mentanarnáttina, verður standandi summarið yvir og møguliga nakað inn í komandi heyst.

Tjaldið er stórt og rúmligt og hóskar sera væl til tiltøk av alskyns slag.

Frítíðarfeløg, samkomur og privatpersónar eru vælkomin at seta seg í samband við Tvøroyrar kommunu, um áhugi er at nýta tjaldið til okkurt áhugavert. Nýtsla er ókeypis og einasta treytin er, at tjaldið verður latið kommununi aftur í sama standi sum tað var, tá tað var lánt.

Um áhugi er at nýta tjaldið, ber til at senda teldupost til Tvøroyrar kommunu á tvoroyri@tvoroyri.fo . Upplýsið hvør hevur áhuga í at lána tjaldið, til hvat og ein kontaktpersón við telefonnummari, so setir Tvøroyrar kommuna seg í samband við viðkomandi.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn