25-07-2024
GRILL OG SANGLØTA Í MIÐBÝNUM Í KVØLD
Tjaldið hjá Tvøroyrar kommunu stendur í miðbýnum, og gjøgnum summarið er møguligt, ókeypis, at lána tað til ymisk endamál. Í endanum á hesi grein, sæst hvussu man ber seg at, um áhugi er at lána tjaldið.----------------------------------------------Í kvøld verður skipað fyri grill- og sangløtu.Fyriskipararnir siga:Hóskvøldi kl 20 samlast vit i tjaldinum til góđan sang viđ gleđibođskapi og enda vit viđ grill og samveru.Svein í Prestgarði, og fleiri, syngja og spæla.Hjartaliga vælkominAlt ókeypis----------------------------------------------Um persónar, feløg ella fyritøkur hava áhuga í at lána tjaldið í miðbýnum, ber til at seta seg í samband við Tvøroyrar kommunu, við at senda ein teldupost á tvoroyri@tvoroyri.fo Greið frá hvat tiltak talan er um, hvør fyriskipar og upplýs navn, teldupost og telefon hjá einum kontaktpersóni, so setur Tvøroyrar kommuna seg í samband við tykkum.