Spæliplássið í Froðba verður skjótt klárt at taka í nýtslu, Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, men nú sæst ein endi á tí.
Í løtuni er lokala Sp/f Roest Múrarafirma í gongd við teimum seinastu snøklunum. Snotilig trappa tegur skap millum ovara og niðara partin av spæliplássinum og garður verður eisini gjørdur kring økið.
Nú verður arbeitt inntil liðugt er, soleiðis at eisini froðbingar, og tey ið vitja har, vónandi skjótt kunnu hava eitt gott spælipláss til yngra ættarliðið, eins og vit hava á Tvøroyri og í Trongisvági.