Seinastu, dagsaktuellu fólkatølini frá Landsfólkayvirlitinum bera boð um, at hóast eina lítla minking í samlaða fólkatalinum síðan vit seinast kunngjørdu tølini, so er ein hampuligur vøkstur í fólkatalinum í Tvøroyrar kommunu seinasta 12 mánaðirnar.
Hin 17. september 2023 vóru 1738 borgarar í Tvøroyrar kommunu. Í dag er tað talið 1753, svarandi til ein vøkstur upp á 15 borgarar, ella 0,86%.
Tølini fyri oynna eru tó framhaldandi negativ og vísa eina afturgongd upp á 34 fólk.
Fámjin 80/73, svarandi til eina minking upp á upp á 7 borgarar, ella -8,75%.
Hov 106/103, svarandi til eina minking upp á 3 borgarar, ella -2,83%.
Hvalba 649/635, svarandi til eina minking upp á 14 borgarar, ella -2,16%.
Porkeri 322/325, svarandi til ein vøkstur á 3 borgarar, ella 0,93%.
Sumba 331/330, svarandi til eina minking upp á 1 borgara, ella -0,30%.
Tvøroyri 1738/1753, svarandit til ein vøkstur upp á 15 borgarar, ella 0,86%.
Vágur 1370/1343, svarandi til eina minking upp á 27 borgarar, ella -1,97%.
Samlaða talið fyri Suðuroynna var 4596 fólk 17. September 2023 og 4562 í dag. Hetta svarar til eina minking upp á 34 fólk, ella -0,74%.