Útsetti fiskitúrurin við M/S Thorshavn, ið settur varð til 5. Oktober, verður í staðin 2. november.
Viðrar, verður farið frá brúnni á Hvítanesi kl 10:00 og lagt verður at við molan á Tvørakei kl. uml. 14:00. Komin upp á turt, hava fólk møguleikan at fáa hjálp til at skera fiskin til flak, tí Hallur Hentze, frá Delta Seafood, stendur til reiðar at leggja lag á. Hevur tú hug til at grilla fiskin beinanvegin, so ber hetta eisini til, tí Eyðstein Lyngvej hevur riggað grillina til á staðnum og er klárur at steikja fiskin.
Thorshavn hevur plass fyri uml. 30 ferðandi og hevur fiskireiðskap til gott og væl 10. Hevur tú sjálv/ur fiskireiðskap, tak hann so endiliga við.
Seinast var næstan fullteknað, so tað ræður um at liggja framvið at melda seg til. Túrurin er ókeypis.
Boðið frá á bn@tvoroyri.fo ella á tlf. 214614 í seinasta lagi fríggjadagin 1. November kl. 12:00.