Sum liður í umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið er í tíðarskeiðnum 12. til 18. apríl, er nú eisini møguligt hjá borgarunum at skriva seg upp til ein ókeypis plantupakka.
Pakkin kemur at innihalda runnar, ið hóska væl at planta heima í urtagørðunum hjá fólki. Nærri verður greitt frá seinni, júst hvat slag av runnum talan er um.
Øll eru vælkomin at senda teldupost til tvoroyri@tvoroyri.fo og upplýsa navn, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Freistin at bíleggja runnar er fríggjadagin 2. apríl kl. 15:00.
Tvøroyrar kommuna