NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


11-05-2023

BÝURIN VERÐUR FRÍÐKAÐUR – NÓGV VIRKSEMI Á TVØROYRI

Fólk flest hava uttan iva lagt til merkis, at óvanliga nógv virksemi er í miðbýnum fyri tíðina. Vit hava tí verið ein túr við myndatóli og dronu í góðveðrinum í dag.

Afturat vanliga fiskivinnuvirkseminum á havnarlagnum, síggjast eisini bilar koyra við gróti, ið broyt tekur upp framvið havnakantinum í Súpanarvíkini. Á norðaru síðu er keikantur stoyptur og byrjað er at leggja træplankar á. Seinni verður flisakantur gjørdur innanfyri og tað sama verður gjørt á sunnaru síðu, tá har er liðugt grivið og stoypt. Lokala fyritøkan MTV Byggivirki stendur fyri hesum arbeiði.

Gomlu handilsbygningarnir hjá T.F. Thomsen, ið Tvøroyrar kommuna nú eigur, fyri uttan Pakkhús 18, fáa í løtuni takið skift. Takið á Seglloftinum er so mikið nýtt, at tað verður ikki skift á hesum. Tað er lokala fyritøkan Mortan Petersen, timburmeistari, ið er í gongd við hesum arbeiði. Nevnast kann eisini, at smogan ímillum nógv nýtta Seglloftið og Pakkhús 4 og 5, í næstum fær flisar lagdar á. Lokalu múrameistararnar Roest, standa fyri hesum arbeiði.

Tað sæst ikki so væl úr miðbýnum, men fert tú ein túr oman á havnarlagið, so sæst eisini at gamli bygningurin hjá N.J. Mortensen er broyttur. Tann parturin, har Bónus heldur til, hevur fingið skift klædning og í løtuni verður nýtt tjørupapp lagt á takið. Somuleiðis lokala fyritøkan, C.S. Hús, stendur fyri hesum.

Á gamla pirinum á Tvørákei verður í næstum eisini bøtt um avreiðingarmøguleikarnar hjá útróðrarbátunum. Delta Seafood hevur keypt nýggjan krana ið skjótt verður settur upp og Tvøroyrar veitir vatn og el.

Ávegis til bátahylin koma vit framvið Delta Seafood, har tað altíð er fitt av virksemi. Saltfiskur verður fyltur í bingjur, ið skulu av landinum komandi dagarnir og lívligur aktivitetur er inni á virkinum.

Bátahylurin sjálvur er eisini broyttur – allar bátabrúgvarnar eru skiftar og dagførdar og viðurskiftini kring bátahylin eru fyrsta flokks. Enn ein av okkara lokalu fyritøkum, Bærendsen Teknik, hevur staðið fyri arbeiðinum í bátahylinum. Í bátahylinum er eisini aktivitetur – onkur stákast við bát sín og onkur annar er júst komin frá einum góðum útróðrartúri. Bátahylurin í Trongisvági varð dagførdur í 2022.

Nú ein stendur við bátahylin og hyggur tvørtur um Trongisvágsfjørð, so sæst eisini at okkurt er broytt við stásiliga Mentanarhúsinum SALT. Spælimaðurin, ið er búmerkið og samleikin hjá SALT, er nú komin upp at hanga, soleiðis at hann sæst frá sjósíðuni av.

 

FRÍÐKAN Í MIÐBÝNUM

Kring miðbýin hevur Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu prýtt við blomsturpottum og í trøðini handan Roykstovuna gongur stórarbeiði fyri seg. Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at prýða hetta grøna økið mitt í býnum, so nú er við at koma á mál. Við stórum nærlagni hava arbeiðsmenninir hjá Teknisku deild grivið, gjørt gøtur og plantað. Tað er sera vakurt á at líta og eitt satt prýði fyri býin. Har, ið mold sæst liggja ber, verður nú flag lagt oman á.

 

KOMMUNALA VEGAKERVIÐ DAGFØRT

Í løtuni er fyritøkan KRETON í gongd við at dagføra kommunalu vegirnir ymsastaðni kring býin og kemur hetta at bøta um umstøðurnar hjá akførunum.

Privat kunnu eisini seta set í samband við KRETON, um at fáa asfaltera – sí kunning her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=6003&id=

 

VØLLURIN VIÐ STÓRÁ SKIFTUR

Væntandi verður longu í komandi viku farið undir at skifta graslíkisvøllin við Stórá. Miðað verður ímóti, at vøllurin er skiftur á jóansøku, ið sum áður nevnt verður á Tvøroyri í ár. Sí kunning um komandi, nýggja graslíkisvøllin her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5985&id=2

 

Um stutta tíð verður boðið til “Ung í arbeiði” og tí kunnu vit vænta okkum at hava ein sera innbjóðandi miðbý, tá summarið er í hond og jóansøkan aftur er á Tvøroyri.

Sigandi fyri virksemið kring ein livandi bý, náddi flaggskipið hjá Strandferðsluni, Smyril, at leggja at bryggju á Krambatanga og fara avstað aftur.

Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her 
 
 
 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn