Mikudagin 13. november kl. 16 var almenn móttøka í Trongisvági í samband við, at byggingin av mentanarhúsinum í saltsiloini á Drelnesi nú fer í gongd.
Umleið 100 fólk høvdu leitað sær í kantinuna í Trongisvági, og prógvaði at áhugin fyri Prosjekt Salt er stórur.
Ólavur Rasmussen, formaður í Saltsilogrunninum, helt røðu, og tosaði um týdningin av mentan, og takkaði fyri stuðulin frá nógvum pørtum gjøgnum seinastu 10 árini.
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, segði eisini nøkur orð, og nevndi at ynskið um at varðveita og gagnnýta Saltsiloina á Drelnesi gekk langt aftur í tíðina.
Hann og Jónleyg Bech, kommunustjóri, handaðu Saltsilogrunnin skeytið til matr. nr. 7l í Øravíkarlíð, ið er 10.710 m2 við ástandandi saltsilobygningi.
Á stórskíggja var síðani víst eitt sjónbandalag, har Guðrun Sólja framførdi sangin hjá Pól F. ”Tú dregur meg ”, til myndir av Saltsiloini uttan og innan.
At enda varð sáttmálin millum Verkætlan SALT og arbeiðstakararnar undirskrivaður.
Sambært tíðarætlanina, byrjar arbeiðið á byggiplássinum mikudagin 20. november 2013, og stendur Siloin klár til avhendingar mánadagin 26. januar 2015.
Á stórskíggjanum kundu tey vitjandi hyggja eftir einari myndaframløgu frá Albert Isfeldt, arktitekti, meðan tey fingu sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.