HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


02-05-2014

Jón Bogi Guttesen settur sum havnarmeistari

Tvøroyrar Havn hevur fingið nýggjan havnarmeistara. Tað er 35 ára gamli Jón Bogi Guttesen, sum 1. mai  2014 tekur við eftir Hjalgrím Vestergaard.

Jón Bógi er útbúgvin skipsførari, og hevur siglt úti við Mærsk, umframt at hann hevur undirvíst á Sjónám í Klaksvík og á Martec í Frederikshavn. Hann og familjan er flutt aftur til Tvøroyrar, og hava keypt hús í Húsgarði í Trongisvági.

Á móttøku í býráðssalinum á Tvøroyri, hósmorgun 1. mai, nýtti Kristin Michelsen, borgarstjóri, høvið til at takka fráfarandi Havnarmeistaranum, Hjalgrím Vestergaard, fyri gott samstarv hesi seinastu 12 árini.
Eisini var Jón Bogi bjóðin vælkomin, og borgarstjórin ynskti nýggja havnarmeistarinum alla eydnu við starvinum.

 
 
Sí myndir frá móttøkuni



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn