HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


13-04-2015

Vinnutátturin - Z Sport

 
 
Eftir at hava vitjað fyritøkur, ið allar hava sín uppruna her á staðnum, hildu vit, at tað var hóskandi at finna eina, har hugskotið er sprottið aðrastaðni. Vit vitja á hesum sinni Z-Sport, handilin við ítróttarklæðum, ið heldur til har EL-Handilin seinast var, men sum millum fólk her á staðnum, enn er kent sum húsið, har kolonialhandilin hjá N. J. Thorsteinsson var á sinni.
 
Fyritøkan er, eins og hinar vit hava vitjað, ein familjufyritøka. Tað var í 1971, í Klaksvík, at hjúnini Morid og Søren Ziska Jacobsen lótu upp kolonialhandil. Tað skemtiliga við hesum handli var, at hann fekk ongantíð nakað ordiligt navn, men varð bara nevndur “hjá Søren”, millum klaksvíkingar.
 
Tey bæði víðkaðu um vøruúrvalið tvey ár seinni, og fóru eisini at selja ítróttarklæðir. Í 1981 bleiv handilin partur av donsku Sport Master ketuni. Kolonialhandilin og Sport Master, hildu til í sama hølið fram til 2007, tá Sport Master flutti í nýggj hølir, mítt í Klaksvík. Í 2009 bleiv avgjørt at gevast við kolonialhandlinum. Hølini vóru ikki tíðarhóskandi og møguleiki var ikki at víðka um verandi hølir.
 
Søren gjørdi av, saman við konuni og nú eisini soninum, Hans Paula, at lata ein handil upp í Suðuroynni. Mest upplagda staðið at lata handil upp tá, var kanska í Eysturoynni, men har var ein Sport Master handil latin upp stutt áðrenn, tí bleiv avgjørt at lata upp í Suðuroynni. Tá var eingin ítróttarhandil í oynni, hóast tørvurin átti at vera har.
Tórsdagin 22. Oktober 2009 lat Sport Master upp í hølunum, har Jamies er at finna í dag. Skjótt gjørdist tó greitt, at hølini vóru ov smá og endin var, at í 2010 flutti Sport Master inn í hølini, har 
handilin heldur til í dag.
 
Nú visti eg av tilvild, at Hans Pauli skuldi vitja handilin í dag(9/4) og eg skundaði mær at gera eina avtalu við fryntliga klaksvíkingin. Eg spurdi hann um, hvussu tað var at koma til Tvøroyrar og hvussu móttøkan var, nú hann sum fremmandur kom til eitt so lutfalsliga lítið stað: “Vit fingu eina sera góða móttøku. Vit vóru fullkomuliga fremmand og kendu so at siga ongan her í oynni. Privatfólk og feløg tóku øll væl ímóti okkum, og vit fingu beinanvegin fyrispurningar frá feløgum runt oynna og fleiri avtalur blivu gjørdar. Hetta hevur bara vundið uppá seg gjøgnum árini.”
 
Hans Pauli sigur tó, at tað tók sína tíð at finna útav, hvat tey skuldu hava á hillunum her suðuri. Tað hendir seg meir enn so, at vøra, ið er væl umtókt í Klaksvík, als ikki verður seld á Tvøroyri, og øvugt. Tí kunna Suðuroyingar sum koma í handilin í Klaksvík uppliva, at tey síggja vørur tey ikki síggja á Tvøroyri, og tá er grundin ikki tann at vøran ongantíð hevur verði í handlinum á Tvøroyri, tí tað hevur hon. Vísir tað seg at ein vøra ikki selur væl á Tvøroyri so verður hon tikin aftur til Klaksvíkar, og øvugt.
 
“Í byrjanini kundi prísstøðið eisini verða ein trupulleiki, tað hendi meir enn so at fólk ið komu inn at keypa skógvar fingu eitt ”sjokk” tí skógvarnir kostaðu um 1000 kr ella meir, men tað hava vit lært, og vit royna so gott vit kunna, at hava vørur í øllum prísklassum, og júst bíligari vørur, tað fara fólk at síggja nógv meir til í framtíðini. Goymslan er í Klaksvík, og vit senda vøru suður, á leið tvær ferðir um vikuna. Tað skuldi ikki hent at nakar bíðar meir enn 2-3 dagar eftir onkrari vøru sum er bíløgd úr Klaksvík, men tað kann kiksa og tað hevur eisini onkuntíð kiksað. Vit royna tó altíð at gera okkara besta.”
 
Hans Pauli sigur, at handilin á Tvøroyri hevur verið ein góð íløga. Tá vit komu suður, fingu vit nokk so skjótt eina fatan av at fólk í oynni vóru eitt sindur troytt av handlum, sum bara komu suður í stutt tíðarbil. “Tankin hjá mongum mundi nokk verða tann, at vit eisini vóru ein av teimum, sum bara komu suður fyri at sleppa av við gamla vøru. Svarið er sera einfalt, vit eru komin fyri at verða og vit hava ongantíð brúkt handilin á Tvøroyri sum eitt ruskpláss fyri gamla vøru, hjá okkum er tað so sera einfalt, er ein vøra ov gomul í Klaksvík ella aðrastaðni runt landið, so er hon eisini ov gomul til kundarnar í Suðuroynni.”
 
Framhaldandi sigur hann, at tey hava altíð eyguni opin, skuldi okkurt nýtt og spennandi staðið teimum í boði. Hann avvísir ikki, at tey kundu ynskt at víðka um virksemið her suðuri, men tað liggur ikki í kortunum beint nú.
Í 2012 varð Sport Master ketan seld, men keyparin ynskti ikki at keypa føroysku handlarnar og tey fingu tí 1 ár at finna eina nýggja ketu at gerast partur av. Tey valdu so at fara upp í Sportigan ketuna, tó uttan at brúka navnið Sportigan. Nýggja navnið bleiv Z-Sport, Z er fyrsti stavurin í millumnavninum hjá familjuni.
 
“At skifta frá eini stórari ketu, sum Sport Master var, og til eina minni ketu, hevur tíverri eisini onkrar negativar fylgjur. Eitt nú hava nógv lagt merki til, at vit ikki longur selja Nike Free skógvar. Vit hava ikki teir fínu, dýru Fótbólsskógvarnar frá Nike, og tað er ikki tí at vit ikki vlija selja tað, men Nike vil ikki lova okkum at selja tað. Vit ganga tó ímóti eini spennandi tíð. Her fer at henda nakað stórt um heilt stutta tíð, ja longu í inniverandi mánaði, men eg kann tíverri ikki siga meir um tað í løtuni. Tú er hjartaliga vælkomin á gólvið aftur um á leið einar 4 vikur. Tá kundu vit hildið á fram við prátinum, um tað sum tá er hent og hvat tað fer at merkja framyvir”, sigur Hans Pauli.
Søren er framvegis stjóri, men sonurin fær fleiri og fleiri uppgávur og er ofta tann, ið tú fært fatur á, um tú vilt bíleggja størri nøgdir av ítróttarklæðum. Í Suðuroynni starvast 3 fólk í dag og í Klaksvík 5. Hans Pauli er væl nøgdur við gongdina og staðsetingina av handlinum, men kundi kanska ynskt sær betur parkeringsviðurskiftir í miðbýnum, um hann endiliga skal nevna nakað, ið kundi verið betur.
 
Vit takka Hans Paula fyri prátið og ynskja honum og familju, bestu eydnu við fyritøkuni.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn