HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


16-09-2020

Gudrid Nolsøe latið fysioterapiklinikk upp á Tvøroyri

Tað er altíð gleðiligt, tá nýggir aktørar leggjast afturat vinnulívinum í býnum. Mánadagin 24. august lat Gudrid Nolsøe dyrnar upp á Sjógøtu 138, har nýggi klinikkurin hjá henni heldur til.

Klinikkin veitir fysioterapeutiska kanning, viðgerð, venjing og leiðbeining. Ljósu og innbjóðandi hølini eru í kjallaranum á sethúsunum hjá Gudrid og unnusta hennara, Bárður, og sera góð parkeringsviðurskiftir eru frammanfyri bygningin. Klinikkin hevur móttøku, 2 viðgerðarrúm, venjingarrúm og 2 wc.

Gudrid varð útbúgvin bachelorur í fysioterapi í 2008 og hevur starvast í 3 ár sum sjálvstøðug vinnurekandi í Havnar Fysioterapi. Í 9 ár arbeiddi hon á Suðuroyar Sjúkrahúsi og ½ ár sum undirvísari á Heilsuskúla Føroya, í endurmenning. Gudrid hevur eisini verið virkin innan fótbóltsheimin, har hon hevur verið fysioterapeutur hjá A-landsliðskvinnunum, ymiskum U-landsliðum, besta mannsliðnum hjá HB og besta liðnum hjá TB. Gudrid sigur, at nú, endiliga, eftir 10 ár, er hennara dreymur meir ella minni upprunnin og hon er byrjað ordiliga fyri seg sjálva.

Gudrid sigur, at fyri hana er hetta ein dreymur – tað at kunna leggja sær dagin til rættis sjálv. Ikki minst nú, tá tey eiga tveir synir, so er alt meiri smidligt, serliga tá tey skulu frá húsum um morgunin. Hon vil gjarna hava møguleikan at vera ein partur av gerandisdegnum hjá synunum og tað loyvir sjálvstøðuga virksemið henni.

Gudrid dámar væl avbjóðingar, men hóast tað er sera spennandi og avbjóðandi at byrja fyri seg sjálva, so er tað eisini eitt sindur ræðandi, tí ilt er frammanundan at meta, hvussu undirtøkan verður. Gudrid hevur tó ta lívsáskoðan, at hon livir her og nú, og so má hon taka tingini sum tey koma – tað, at hon hevur sera góða hjálp frá teimum nærmastu og gomlum starvsfeløgum, hevur eisini verið henni kærkomið.

At vera sjálvstøðugur setur eisini nøkur faklig krøv, sigur Gudrid. “Tað krevur at tú ert frammi í skónum á fleiri økjum samstundis”.

At enda sigur Gudrid, at “mær dámar væl at endurútbúgva meg, vera á skeiðum og ráðstevnum – hetta krevst eisini, tá ein er sjálvstøðugur”.

Tvøroyrar kommuna vil ynskja Gudrid hjartaliga til lukku við nýggja klinikkinum og bestu eydnu.

Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, her  https://www.facebook.com/tvoroyri
 
 
 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn