FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


18-12-2020

Upplatingartíðir og avlýsing av tiltøkum í 2020

Nú árið er um at enda og fólk stákast til jóla, so mugu vit eisini staðfesta, at koronafarsóttin enn ger um seg kring allan heimin. Tvøroyrar kommuna hevur tí gjørt av at avlýsa øll tiltøk, ið kommunan stendur fyri, hesumegin nýggjár.
Jólaskipið, ið eftir ætlan skuldi leggja at við Tvørakei í morgin er tískil avlýst og tað sama er jólahugnin í Plantasjuni, ið skuldi vera seinasta sunnudag og bleiv útsettur fyribils. Tvøroyrar kommuna skipar ikki fyri túrinum niðan á Oyrnafjall, men løtan, har fólk koma saman at fáa sær suppu eftir túrin, er avlýst. Tvøroyrar kommuna skipar heldur ikki fyri nýggjárshaldinum, men vit samskifta við fyriskipararnar og verður nøkur broyting har, so kunngera vit tað. Vit harmast um hetta, men vilja sjálvandi fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum. Miðað verður fram ímóti, at fyriskipa okkurt savnandi tiltak í komandi ári, so skjótt viðurskiftini í samfelagnum loyva tað.
Tað, ið er eftir av árinum, eru upplatingartíðirnar á Býráðsskrivstovuni eisini broyttar, sí uppslag.
Tvøroyrar kommuna
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn