FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-04-2021

Dugni letur upp deild í Suðuroynni

Á fyrilestri á Segloftinum í kvøld, í samband við umhvørvisvikuna, sum Tvøroyrar kommuna hevur skipað fyri, kunnaði stjórin á Dugna, Hedvig Johansdóttir, at Dugni letur upp deild í Suðuroynni, og at Eyðstein Jacobsen úr Hvalba er settur í starv sum deildarleiðari fyri Dugna í Suðuroynni.

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Endamálið hjá Dugna er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis.

Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.

Dugni hevur nú 4 deildir í Føroyum, nú Eyðstein Jacobsen byrjar í starvinum 1. juni, og verður hann saman við einum starvsfólki, at mynda og skipa virksemið hjá deildini hjá Dugna í Suðuroynni.  -Meira kann lesast um Dugna her

Tvøroyrar kommuna fegnast um avgerðina, og ynskir Dugna vælkomin til Suðuroynna og Eyðstein Jacobsen blíðan byr í starvinum.


Stig Elttør skúlaleiðari við Áir, Súsanna Berg umhvørvisleiðari IRF, Jónleyg J. Bech forkv. Trivnaðarnevndin, Allan Mørkøre deildarleiðari Dugni á Hjalla, Alvi Mortensen form. Tekniska nevnd, Hedvig Johansdóttir stjóri Dugni, Eyðstein Jacobsen Dugni Suðuroy.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn