FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


07-06-2021

UNG í arbeiði 2021

Ert tú millum 15 - 17 ár í summar?
So kanst tú melda teg til ung í arbeiði í summarfrítíðini.

Býráðið hevur einmælt samtykt at bjoða ungdómum við bústaði í Tvøroyrar kommunu, arbeiði í teirra summarfrítíð 2021, har hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur. 
 

Arbeiðið fer fram samb. "Løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 4. mai 2017"
./. § 49. 1) Børn, sum ikki eru fylt 15 ár, kunnu ikki vera sett í arbeiði, sbr. tó stk. 8-9.
./. Stk. 2. 
1) Tá ið ung undir 18 ár verða sett í arbeiði, skal tað í sambandi við skipan og útinnan av arbeiðinum takast atlit til aldur, menning og heilsustøðu hjá tí unga, og at tann ungi hevur møguleika at røkja sína skúlagongd.

 
Arbeiðið er ætlað fyri ung í bólkinum 15-17 ár. Hettar merkir, at fyri at tú kanst luttaka í Ung í arbeiði, skalt tú:

  • verða fylt/ur 15 ár, áðrenn arbeiðið byrjar 
  • ikki fylla 18 ár í tíðarskeiðnum
  • verða sinnað/ur og tøk/ur at arbeiða í tvær vikur í tínari summafríð. 


Arbeitt verður í vikunum 26, 27, 28 & 29,  átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
 

Tilmeldingarskjal til Ung í Arbeiði er at finna her
 
Tilmeldingarskjalið skal sendast til tvoroyri@tvoroyri.fo ella avleverast í móttøkuni á Tvørávegi 37.
Tilmeldingarfreistin er ónsdagin 16. juni.
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn