FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


06-07-2021

Tilboð um barnaansing í hálva tíð

Á fundi hin 27. mai 2021, eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, samtykti býráðið einmælt at bjóða barnaansing í Mýrifípuni í hálva tíð.

Sambært samtyktini er galdandi, at tilboðið skal vera í samráð við stovnsleiðaran, Kari Petersen, og verður hetta skipað í einari royndartíð frá tí at skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina 2021.

Gjaldið fyri ansingina í hálva tíð, er ásett til at vera 1000,- kr. um mánaðin.

Sigast skal frá, um ein ynskir at taka av tilboðinum, í seinasta lagi 1 mánað áðrenn. Uppsøgn av tilboðnum, skal somuleiðis verða stovnsleiðaranum í hendi, í seinasta lagi 1 mánað áðrenn.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn