FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


18-11-2021

Tvøroyrar kommuna í tøkniligari hernað ímóti rottum



Nýggj tøkni er nú tikin í nýtslu í bardaganum móti gnagdýrum í Tvøroyrar kommunu.  Málið er ein meiri miðvís og úrslitagóð rottutýning, sum samstundis er eiturfrí. 

Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Arctic Systems, ið hevur ment og framleitt RATMO skipanina, sum við hjálp frá sensorum, ‘big data’ og tilgjørdum viti frá IBM, tryggjar eina munagóða rottutýning.

Hugskotið er einfalt, men tøknin aftanfyri er alt annað. Í staðin fyri alsamt at spjaða rottueitur í náttúruna, so er hugskotið at nýta heilt vanligar klappfellur. Kommunan hevur í løtuni 226 rottukassar kring um í sóknini, og avbjóðingin er sjálvandi, at tað ber ikki til at hava dagligt eftirlit við so nógvum klappfellum.

Her kemur RATMO-tóleindin til hjálpar, sum tá ið hon er viðheft eina klappfellu, sjálvvirkandi sendir boð aftur til eina telduskipan, tá fellan er klamsað í. Skipanin sigur frá um eitt livandi skaðadjór situr í felluni ella um skaðadjórið er dripið beinanvegin. 

Starvsfólkið við ábyrgd fyri rottutýning hevur eina app á telefonini, sum gevur sjálvvirkandi boð um hvar og nær eitt skaða djór er komið í felluna. Samstundis verða dátur innsavnaðar, so sum tíð av degi og hitastig, tá ið fellan gerst virkin. Hesi hagtøl kunna yvir eitt tíðarskeið geva okkum eina nógv neyvari vitan um skaðadjór, og hvussu hesi skilabest kunna týnast.

 
 

Nevnast kann, at Tvøroyrar Kommuna higartil í 2021 fingið 28 fráboðanir um rottu, og í 21 førum er rotta sædd, meðan í 7 førum er talan um fráboðan um avleiðingar, sum verða mettar at stava frá rottu. Í trimum førum verður fráboðað um rottu ella illgruna um rottu innandura, m.a. í kjallara og í tómum húsum.

Tá kommunan fær eina fráboðan um rottu, skal kommunan í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir fráboðanin er móttikin, fremja eftirlitsvitjan á staðnum og skal beinan vegin seta neyðug tiltøk í verk ella geva boð um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.

Sambært kunngerð um fyribyrging og týning av rottu, eigur ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, beinanvegin at boða kommununi frá. Tað verður gjørt við at skriva til: rotta@tvoroyri.fo ella at ringja til tlf. 611085.
 
 
 
 (Á myndini ovast: Rune Barslund, stjóri, Arctic Systems, og Linn Augustinussen, tekniskur leiðari, Tvøroyrar Kommuna)
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn