FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


12-09-2022

Gongd í neystabyggingini á Hvítanesi


Í síðstu viku var nógv virksemi niðri við sjóvarmálan á Hvítanesi. Eftir at byggingin hevur ligið still eitt longri tíðarskeið, sóust nú stór betongelement verða lyft oman á neystagrundina.

Mortan Thormann Vang, sjtóri í fyritøkuni MTV-Byggivirki, ið stendur fyri útgrevstri og stoyping, sigur, at av tí at veitingartíðin av betongelementunum hevur verið so long, hevur byggivirksemið ligið meir ella minni stilt í 3 mánaðir.

Mortan sigur, at nú verða so dekkelementini løgd á og beinanvegin tað arbeiðið er liðugt, so verður farið í gongd við at stoypa ovara partin av neystinum. Hann væntar at teirra partur av arbeiðinum fer at taka uml. 1,5 mánað.

Spakin til neystið varð settur í 3. november, tá Egon Rasmussen loysti fyrsta flagið. Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava stuðlað verkætlanini fíggjarliga og meiri kann lesast um hana her http://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=5652&search=neyst&id=

Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn