FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


14-11-2022

BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL LØGTINGSVALIÐ – SEINASTA FREIST 7. DESEMBER

Brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd

Sjófólk og tey, ið ikki meta seg verða heima á valdegnum, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir undan valdegnum(8. august 22) og fram til 7. desember kl. 24:00. Er ynski at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni, skal hetta gerast í vanligari upplatingartíð frá 09:00 – 15:00.

Atkvøðugreiðsla heima

Tey, ið vegna sjúku, ella líknandi, ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga kommunuskrivstovuni frá á tlf. 611085 í seinasta lagi 7. desember 2022 kl. 15.00, ið eisini er seinasta freist at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni.

Brævatkvøður til aðrar kommunur í Føroyum

Til ber hjá borgarum úr øðrum kommunum, at greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri. Gev tó gætur, at brævatkvøðan skal verða komin fram til valstaðið í tíni kommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:000 á valdegnum. Brævatkvøðurnar til aðrar kommunur verða sendar við Posta, verð tí í góðari tíð at atkvøða.

Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 8. desember 2022.

 

Valstýrið í Tvøroyrar kommunu




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn