FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


25-11-2022

Siðsøgulig jól á Tvøroyri

Í ár vera jólini heilt serlig á Tvøroyri. Tá ið jólatræið á Tvøroyri verður tendrað sunnudagin 27. november, letur nevniliga eisini ein spennandi jólaframsýning upp í gomlu, søguligu bygninunum á Tvøroyri. Talan er um Faktorhúsið (Roykstovan), Gamla Doktarahúsið, gomlu krambúðina og pakkhús 5.

Faktorhúsið varð bygt í 1836, og var fyrsta sethús á Tvøroyri. Í ár ber til at uppliva Faktorhúsið sum eina siðsøguliga lýsing av jólunum, ið mynda árini 1950-1970. Njótið hugnan og angan av bakstri afturvið einum kaffimunni, meðan jólaheilsur vera spældar í lurtitólinum.

Frá 1836 til 1856 var Kgl. Einahandil á Tvøroyri, sum danski staturin forvaltaði. Tá Føroyar fingu fríhandil í 1856, keypti danin Thomas Frederik Thomsen handilin og bygningarnar, sum fylgdu við. Síðan tá hevur ymiskt virksemi verið í handlinum, og nú verður aftur høvi hjá fólki at uppliva handilin, sum eina gamla føroyskan bygdahandil, sum vit kenna hann frá 1950-1970, har tað verður møguligt at keypa ymiskar vørur, sum í gomlum døgum.

Pakkhús 5 varð bygt í 1846, upprunaliga sum turkihús, men seinni sum timburgoymsla og onnur goymsla. Í ár kemur aftur lív í Pakkhús 5, við hugnaligari jólasølu við alskyns vørum. Í kjallaranum í Pakkhúsi 5 verður ein burðardygg jólaverkstova við tilfeingi úr náttúruni á Tvøroyri og har á leiðini.

Dagliga hýsa doktarahúsini Tvøroyrar Bygda- og Sjósavni. Hesi jólini verður ein livandi framsýning, ið lýsir eitt væla hús í tíðini frá 1900-1940. Eisini hýsa húsini eini framsýning við søguni um jólatræið, sprellimannin, klatrinissuna, jólaljósið, kramarhúsið og jólakortið.

Gestastovan varð bygd í 1843 sum vistarhús til tey, sum komu til handils á Tvøroyri, og varð møguliga fyrsta hotell í Føroyum. Gestastovan er í dag partur av Tvøroyrar Bygdasavni, og hesi jólini verður hon partur av eini siðsøguligari jólalýsing av kenda jólasanginum ”Eg eri jólamaðurin”.

Vakra kirkjan á Tvøroyri verður eisini partur av siðsøguligu lýsingini av jólunum við fýra temaum: Jólaljósið, vónin, jólagávan og gentan við svávulpinnunum. Eitt tema hvønn leygardag í desembur. Njótið løtuna við framførslum við livandi tónleiki.

 

  • Upplatingartíðir verða fylgjandi:
  • Sunnudagin aftaná jólatræið er tendra til kl. 20.00
  • Leygardagin og sunnudagin 3. og 4. desembur
  • Leygardagin og sunnudagin 10. og 11. desembur
  • Leygardagin og sunnudagin 17. og 18. desembur
  • Tórsdagin og fríggjadagin 22. og 23. desembur
  • Opið er frá kl. 16.00 til kl. 20.00.

 

Myndatøka: Turið Vestergaard í Dali



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn