FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


22-12-2022

JÓLAMENN Í BÝARMYNDINI Í DAG

Í dag verða jólamenn at síggja í býarmyndini á Tvøroyri.

Kl. 17 verða teir við smátturnar í miðbýnum og fara síðan runt at vitja teir ymsu handlarnir.

Rokan er altíð í handlunum upp undir jól og tí er ein vitjan av jólamonnunum altíð ein hugnalig løta, mitt í rokanini.

Jólamenninir bjóða karamellur og práta eisini fegnir við børnini.

 

Sera væl umtókta átakið “Siðsøgulig jól á Tvøroyri”, er eisini opið í dag frá kl. 16:00 – 20:00 og er tað sanniliga eina vitjan vert. Her https://www.facebook.com/profile.php?id=100088523527992  ber til at síggja hvat “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” snýr seg um.

 

Vitjið hugnaliga og vakurt jólaprýdda Tvøroyri í dag, vitjið “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” og fáið samstundis seinastu jólagávurnar avgreiddar í frálíku handlunum býurin hevur at bjóða.

 

Siðsøgulig jól á Tvøroyri er eisini opið í morgin, lítlu jólaaftan 23/12, frá kl. 16:00 – 20:00

 

Hjartaliga vælkomin

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn