FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


17-01-2023

JÓANSØKAN 2023 - FRÁBOÐAN UM LUTTØKU

JÓANSØKAN Á TVØROYRI VERÐUR Í DØGUNUM 22. - 25. JUNI 2023
Stutt er liðið inn í 2023, men tíðin stendur ikki í stað og fyrireikingarnar til jóansøkuna á Tvøroyri, eru farnar í gongd. Í ár byrjar jóansøkan tórsdagin 22. juni og endar sunnudagin 25. juni.
Jóansøkan, tjóðarhátíð Suðuroyar, er burtur av stevnan hjá ítróttar- og frítíðarfeløgum, meðan kommunan hevur tann samskipandi partin.
Eins og undanfarnar jóansøkur, so verður ein ørgrynna av áhugaverdum tiltøkum at fara til og okkurt er til øll.
VILT TÚ VERA VIÐ - HEVUR TÚ EITT HUGSKOT?
So ert tú vælkomin at ringja á tlf 214614 ella senda teldupost til bn@tvoroyri.fo
Freistin at boða frá, er ónsdagin hin 31. mai kl. 16:00
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn