FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


30-03-2023

Aldursforseti á býráðsfundi í dag

Býráðsfundurin á Tvøroyri í dag var nakað serligur og kanska søguligur, nú ein av eldri býráðslimunum Signar Dam, ið er fyltur 86 ár, enn einaferð fekk møguleikan at taka sæti í býráðnum.
 
Signar Dam er einamest kendur fyri sína trúføstu og drúgvu tænastu sum kommunulækni á Tvøroyri; eitt álitisstarv, sum hann røkti í nærum 50 ár, tá hann gavst 1. mars 2021.
 
Men Signar Dam er langt frá eiðasørur við býráðsarbeiði á Tvøroyri. Tvørturímóti hevur hann drúgvar royndir sum kommunalpolitikari og hevur frammanundan siti fleiri sætir í býráðnum. Signar lá ikki á boðunum, men takkaði beinanvegin ja at møta, nú hann, sum eykavaldur enn einaferð fekk møguleikan at taka sæti í býráðnum; hesa ferð fyri Súsonnu Bertholdsen, ið hevði fráboða forfall til fundin í dag.
 
 
Frá vinstru, Bjarni Hammer, Kristina Roest, Signar Dam, Alvi Mortensen, Jónleyg Bech, Anita Vibergsdóttir, Kristin Michelsen. 
 
Tvøroyrar Kommuna
30. mars 2023 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn