FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


13-05-2023

STARVSUMSÓKN TEKNISKUR LEIÐARI

STARVIÐ

Dámar tær at leggja til rættis og arbeiða við ætlanum? So er Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu møguliga títt nýggja arbeiðspláss. 

 

Søkt verður eftir einum dugnaligum leiðara at standa á odda fyri teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu.

 

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Tú fert ábyrgdina av, at rokkið verður á mál, við teimum ætlanum, sum kommunan hevur sett sær fyri. Tú hevur fíggjarliga ábyrgdina av teknisku deild umframt at vera leiðari fyri starvsfólkunum á tekniskudeild. 

 

 

STARVSKARMAR OG -INNIHALD

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframt er leiðarin við til at menna Tvøroyrar kommunu saman við borgarstjóra, býráðslimum, kommunustjóra, leiðarum og starvsfólkum í umsitingini. Tvøroyrar kommuna miðar ímóti at veita góðar og skynsamar tænastur, og stremba verður eftir, at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið kunna stuðla og ráðgeva býráðnum í ætlanunum at menna Tvøroyrar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív. 

 

 

HØVUÐSUPPGÁVUR

Høvuðsuppgávan hjá tekniska leiðaranum er at tryggja, høgt tænastustig, tíðarhóskandi umsiting, har dentur verður lagdur á nýhugsan, soleiðis at tekniska deild verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini, ið veitur góðar tænastur til borgarar, vinnulív, politikarar og umsitingina.

Tekniski leiðarin stendur á odda fyri at leggja arbeiðið til rættis á teimum økjum, hann umsitur, og skal tryggja, at tey mál, sum býráðið hevur sett sær fyri, verða rokkin og verða framd innan fyri játtanarkarmarnar. Tekniski leiðarin skal eisini tryggja, at kommunan kann taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman á tekniska økinum.

 

Økini, sum tekniskileiðarin umsitur, eru m.a.:

  •    Leiðsla á Teknisku deild, harundir Tvøroyrar havn og sløkkilið
  •    Býar- og byggi planlegging
  •    Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir
  •    Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  •    Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiðum
  •    Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.
  •    Verkætlanarbeiði og eftirlit av sama
  •    Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar
  •    Fyriskipan av menningarætlanum fyri alla deildina


DAGLIGAR UPPGÁVUR 
Tekniski leiðarin starvast í umsitingini, við tilvísing til kommunustjóran, og er leiðari fyri teknisku deild, ið er manna við 15 starvsfólkum. Tekniski leiðarin er málsviðgeri og nevndarskrivari í Teknisku-, Vinnu & havna-, og Trivnaðar og umhvørvisnevndini.
 

 

ÚTBÚGVING OG ROYNDIR

Umsøkjari skal hava útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra líknandi og viðkomandi útbúgving. Tú skalt duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Fyrimunur er um tú hevur leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, og royndum frá líknandi økjum, sum tekniska deild umsitur. 

 

 

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

 

Dentur verður lagdur á, at tú:

  •     hevur góð leiðsluevni og megnar at veita eina góða tænastu
  •     hevur høgt trúvirði og ert álitsvekjandi í øllum samstarvi
  •     dugir væl at samskifta og hevur slagmátt (gjøgnumslagkraft)
  •     kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn og megnar at raðfesta 
  •     megnar at arbeiða undir trýsti og at halda fast í røttum avgerðum
  •     dugir at skapa og røkja sambond
 

SETAN OG LØN

Starvið verður sett tann 3. juli 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. 

 

 

UMSÓKN

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo -allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni 2023, kl. 12.00.  -til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan og barnaváttan.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um mett neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum. 

 
SØK STARVIÐ HER
 
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1778 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn